mandag den 25. juni 2012

Ungdómstúrurin bleiv ein lívsferð

Ungdómstúrurin bleiv ein lívsferð

Í 1965 fór 21 ára gamla Sonja Andersen úr Lopra til Amsterdam at ferðast. Men tað, ið skuldi vera ein upplivingarík og spennandi feria fyri eina unga bygdargentu úr Føroyum, bleiv nakað heilt annað. Í Amsterdam hitti hon sín stóra kærleika úr Surinam. Nú 47 ár seinni er Sonja framvegis í Amsterdam

Sonja fór í 1965 til Amsterdam at ferðast. Nú 47 ár seinni er hon í sama stað.

-Tað bleiv heilt øðrvísi enn meiningin var. Meiningin var at fara heim aftur til Føroya, men tað bleiv ikki soleiðis, staðfestir Sonja við einum smíli.

Sonja Ramkhelawan, sum hon nú eitur, situr í hugnaligu stovu síni í íbúðini miðskeiðis í Amsterdam og greiðir livandi frá á reinum suðuroyarmáli. Tað hoyrist næstan ikki, at tað eru heili 33 ár síðani, at hon seinast setti fótin á føroyska jørð og 47 ár síðani, at hon flutti úr Føroyum. Bert av og á hoyrist sermerkta hollendska dialektin og bert einstakar ferðir er neyðugt at trilva eftir røttu føroysku orðunum.

- Eg eri vaksin upp sum tann yngsta í einari stórari familju í Lopra. Tað var deiligt har heima hjá okkum. Tað var strævið, men heilt stuttligt og hugnaligt heima hjá okkum. Eg tókst fyri tað mesta við at hjálpa mammu mínari. Eg var eisini í Havnini eitt tíðarskeið, men fór so suður aftur at hjálpa mammu mínari. Og so var tað eitt árið, at systur mín vildi hava meg at koma at ferðast.

Tað er týðuligt, at Sonja vil leggja dent á, at hon hevði tað gott heima í Lopra, sum yngst av systkinunum, og at tað var tilvildin, ið gjørdi, at ævintýrferðin til evropeiska stórbýin gjørdist ein lívsferð.