torsdag den 7. februar 2013

Fólkaræði á Facebook

Facebook verður brúkt til magt og hvat - mest til fjas og fjant. Men tað kann eisini nýtast sum fólkaræðisligt amboð. Tað upplivdu vit í grannalagnum í dag.


Í fleiri áratíggju hava íbúgvarnir í Brøttubrekku og í Varðagøtu roynt at gjørt vart við ótolandi og vandamiklu ferðsluviðurskftini í økinum. Roynt hevur verið at savna inn undirskriftir, sum síðani eru sendar kommununi, og eisini hava einstaklingar roynt seg við at skriva bæði vinarligar og minni vinarligar áheitanir til kommununa. Men onki hevur hjálpt. Heldur ikki, hóast tveir skúlar, ein barnagarður og alt ítróttarøkið í høvuðsstaðnum eru í hesum øki og at hagtølini ivaleyst prógva, at ringt er at finna onnur øki í býnum, har títtleikin av ferðsluóhappum er størri.

Vit keyptu hús á horninum við Varðagøtu og Brøttubrekku í 2004. Síðani tá hava vit upplivað fleiri ferðsluóhapp um árið beint uttan fyri vindeygað. Hetta hevur ørkymlað okkum, tí trý smábørn eru í húsinum. Ráðini frá grannunum hava tó verið, at tað als ikki nyttar at venda sær til kommununa um hesi viðurskifti, men at bestu hyggjuráðini tó munnu vera at halda børnini inni sum longst.

Av sjálvsøgdum ávum kenni eg nógvar politikarar. Tí havi eg roynt at nevnt hesi viðurskifti í nógv ár, tá høvi hava verið til tess. Tó havi eg altíð verið varin, so vit ikki eru tikin fram um aðrar borgarar í býnum. Men hóast allar áheitanirnar, so er ongantíð nakað hent. Sostatt hava vit upplivað somu støðu, sum onnur í grannalagnum hava upplivað í eini tríati ár.

Men so ein dagin hendi tað. Seinnapartin 10. januar, meðan synirnir og eg vóru einsamallir heima, hoyrdist eitt ordans buldur. Eg helt fyrst, at tað hevði okkurt við okkurt spæl hjá teimum at gera. Men tá eg so hugdi út gjøgnum videygað, sá eg, at nú hevði aftur verið eitt ferðsluóhapp beint uttan fyri hjá okkum, og at har vóru ikki minni enn tveir blunkandi løgreglubilar og ein frá sløkkiliðnum. So dramatikkurin var í lagi. At garðurin enn einaferð var farin í sor, var nakað ið eg bert ypti øksl um, tí tað hendir nakrar ferðir um árið. Tó var leikpallurin nú settur til at taka myndir av ruðuleikanum og fáa tær lagdar út á Facebook. Sama gjørdi grannin, og vit merktu býráðspolitikaranar á Facebook tráðin.

Ikki gekk long løta, so høvdu flestu grannar okkara viðmerkingar til hendingarnar og síðani komu politikararnir, ið vóru merktir, við sínum lyftum. Hetta var 10. januar.
Eg helt ikki, at tað fór at ganga so skjótt. Men í dag havi eg fingið útskrift úr fundarbókum hjá býráðnum, sum prógva, at málið nú verður loyst. Einki bræv varð sent til býráðið. Ongar undirskriftir sendar inn. Men politikararnir vórðu merktir á kjaktráðnum, sum var á Facebook um hendingina. Seinasta ferðsluóhappið var 10. januar. 15 januar hevði býráðið málið á fundi og nú er avgerð tikin. Niðanfyri er úskrift frá gerðabókini. Sig so, at Facebook ikki kann hjálpa...:

Ferðslunevndin 15. januar 2013: Nevndin mælir til at Brattabrekka verður gjørd til einvegis ferðslu omaneftir á strekkinum millum Varðagøtu og Gundadalsvegin og at vegamótið Brattabrekka/Varðagøta verður hevað við bungu til mest loyvdu ferð á 30 km/h sum eina fyribyls loysn. Mælt verður eisini til at øll Varðagøta verður lýst sum øki við mest loyvdari ferð á 30 km/h, vísandi til at gongubreytir á Varðagøtu eru avbrotnar í fleiri støðum. Málið verður beint í teknisku nevnd til støðutakan.

Tilmæli:Tekniski stjórin, býarverkfrøðingurin og leiðarin á plan- og rakstrardeildini mæla til at taka undir við ferðslunevndini.

Tekniska nevnd 6. februar 2013: Samtykt at taka undir við tilmælinum.