torsdag den 12. juli 2012

Keypa úr Danmark og selja til Bretlands og Nigeria

Sjónarhornið hjá okkum føroyingum er ikki eins, tá vit keypa, sum tá vit selja. Framvegis innflyta vit vørurnar úr Danmark.

Vit eru røsk at selja til bretar. Men ikki at keypa frá teimum.
Størsti parturin av vørunum í Føroyum verða framvegis innfluttar ígjøgnum Danmark, sum verður mett at vera eitt tað dýrasta landið at keypa frá. Hetta er helst gamal vani hjá okkum, burtursæð frá tíðarbilinum, tá landið syrgdi fyri ferðasambandi til Skotlands við strandfaraskipinum, Smyrli.

Men tá vit selja vørur á heimsmarknaðin, er myndin ein heilt onnur. Tey, ið keypa mest frá okkum, og harvið halda føroyska búskapinum uppi, eru Stórabretland, Nigeria og USA.

Hetta sæst í einum yvirliti í Beretning 2012, ið Ríkisumboðið júst hevur givið út.

Í 2011 fóru 13,5 prosent av okkara samlaða útflutningi til Stórabretlands, 9,6 prosent fóru til Nigeria og 9,2 prosent til USA. Danmark liggur harafturímóti aftan fyri fleiri onnur keyparalond við 7,5 prosentum.

Tá tað kemur til innflutningin til Føroya, er myndin ein heilt onnur. Har liggja Danmark og Noreg langt framman fyri øll onnur lond. Í 2011 lá Noreg ovast, men hetta var orsakað av, at føroyingar lótu byggja stórt og kostnaðarmikið veitingarskip í Noreg hetta árið. Noreg stóð í 2011 fyri 27,1 prosentum av samlaða føroyska innflutninginum, meðan Danmark stóð fyri 26,3 prosentum. Skulu vit leita niður á triðja pláss, er neyðugt at fara nógv prosentstig niður, har vit finna Ísland við 8,1 prosentum.


Tað kann vera torført at meta um, hví tølini síggja soleiðis út. Men eitt boð kundi verið, at tá tað snýr seg um innkeyp, ræður gamal vani meðan útflutningsvinnan hevur lættari við at finna nýggjar marknaðir.

tirsdag den 10. juli 2012

Eru toskarhøvd Føroya gull?

Nógv bendir á, at vit kunnu svara játtandi til yvirskriftina. Tí sambært hagtølunum, so taldi útflutningurin til Nigeria í 2011 sløk 10 prosent av samlaða føroyska útflutningsvirðinum. Størsti - og helst eisini einasti - útflytarin til Nigeria er høvdavirkið í Leirvík

Turkað toskarhøvd úr Leirvík standa eftir øllum at døma saman við øðrum turkaðum slógvi fyri knøppum 10 prosentum av føroyska útflutningsvirðinum.   Mynd: www.fmp.fo
Fyri knøppum ellivu árum síðani fóru framskygd fólk undir eina verkætlan í Leirvík. Tey bygdu eitt virki á Hagaleiti tætt við brennistøðina hjá IRF. Visjónin var at turka høvd og ryggir á fiski við avlopshita frá brennistøðini og útflyta hesi til Nigeria.

Ætlanin sýnist hava eydnast til fulnar. Virkið, sum í 2005 varð valt til ársins virki í Føroyum, stendur eftir øllum at døma fyri einum tíggjundaparti av samlaða føroyska útflutningsvirðinum í 2011.

Í Beretning 2012 hjá Ríkisumboðnum er eitt yvirlit yvir útflutningsmarknaðin hjá Føroyum. Sambært hesum yvirliti stendur bretski marknaðurin fyri 13,5 prosentum av føroyska útflutningsvirðinum og síðani kemur nigerianski marknaðurin, ið telur 9,6 prosent av samlaða útflutningsvirðinum. USA, ið er nýggi stóri marknaðurin hjá føroysku alivinnuni, telur 9,2 prosent og liggur harvið aftan fyri Nigeria.

Størsti føroyski útflytarin til Nigeria er uttan iva Faroe Marine Products í Leirvík. Tískil stendur hetta virkið eisini fyri bróðurpartinum av útflutningsvirðinum til Nigeria, sum sambært Hagstovuni var 515 milliónir krónur í 2011.

Í Nigeria verða turkað høvd nýtt til at kóka suppu við. Høvdini geva ein ræstan smakk, sum dámar nigerianum væl. Høvdini geva eina góða og proteinríka føðslu, men haraftrat koyra nigerianar alskyns aðra fylllu í suppuna.

Umframt útflutningin av turkaðum høvdum og ryggjum til Nigeria, er Faroe Marine Products farið undir at turka sonevnda Pet-food (føði til húsdjór) til danska marknaðin. Hendan framleiðslan verður gjørd fyri donsk virki, ið síðan selja vøruna sjálv í egnum navni.

lørdag den 7. juli 2012

Kenslunemandi skógvar

Nei, skógvar í sær sjálvum eru ikki kenslunemandi. Ikki fyri meg í øllum førum. Kanska teir eru tað fyri onkra av teimum mongu kvinnunum, ið savna uppá skógvar. Tað skal eg ikki siga.

Í súmbolskum týdningi kunnu skógvar tó vera ógvuliga kenslunemandi. Minnist enn, hvussu myndin av einum tómum damuskógvi í Degi og Viku í august 1996 brendi seg inn á nethinnuna. Hendan myndin einsamøll segði alt um syrgiligu flogvanlukkuna, tá eitt Gulfstream flogfar hjá donsku verjuni fórst í Sørvágsfirði við allari manningini. Og so eri eg ikki eingong heilt vísur í, at myndin nakrantíð er víst í Degi og Viku. Kanska eg bert havi sæð hana í savninum hjá Sjónvarpinum, tá eg fyri nógvum árum síðani arbeiddi har. Men líkamikið. Tómi skógvurin í Selvík er tað, ið eg minnist best frá flogvanlukkuni.

Í februar í ár upplivdi eg tað aftur...


Hesaferð ikki í einum sjónvarpsbroti, men sum listarverk fram við áarbakkanum á Donau á Pest síðuni av ungarska høvuðsstaðnum, Budapest, 300 metrar frá parlamentsbygninginum. Skógvar, ið fingu kenslurnar at vendast innan í mær og hárini at reisast á ørmunum. Kenslunemandi skógvar.

Talan er um eitt listarverk til minnist um teir túsundtals jødarnar, sum undir 2. veraldarbardaga vórðu skotnir við áarbakkan á Donau í Ungarska høvuðsstaðnum. Men teir skuldu lata seg úr skógnum fyrst, tí skógvar vóru virðismiklir lutir undir krígnum. Hareftir vórðu tey noydd heilt út á áarbakkan og síðani skotin, so tey duttu beinleiðis niður í ánna av skotinum. Hetta fyri at spara bøðlunum stríð.

Ræðuligu søguligu minnini góvu ungarska myndahøggaranum, Gyula Pauer, og vinmanni hansara, Can Togay, íblástur til 40 metra langa listarverkið við umleið 60 pørum av skóm heilt frá smábarnastødd til vaksnar støddir av bæði konufólka- og mannfólkaskóm.


Listarverkið hevur staðið har síðani 2005, og er avgjørt eitt av teimum mest týdningarmiklu støðunum at vitja, um leiðin gongur til Budapest. 

Listarmaðurin fekk sjálvsagt stórfingna virðisløn fyri verkið, sum í sínum einfeldni kortini megnar at venda kenslunum í fólki og minna aftur á eina ræðuliga tíð, har summi fólk ikki vórðu mett at hava virði fyri samfelagið. Helst er listarverkið eisini ein áminning um, hvat kann henda, um vit ikki virða menniskju í tí mynd, tey eru skapt.

Fasistiski Ørvakross flokkurin í Ungarn beindi fyri umleið 550 túsund av teimum 825 túsund ungarsku jødunum undir 2. veraldarbardaga.

fredag den 6. juli 2012

So fekk eg mær eisini blogg

Tað er so in at blogga. At skriva eitt sindur um, hvat tú heldur um ymiskt soleiðis av og á til almenningin. Krøvini við blogginum eru ikki tey somu sum til eitt lesarabræv ella eina grein. Men møguleikarnir eru fleiri.

Nú eri eg eisini komin við uppá vognin. Ikki tí, at eg ætli mær at senda út meiningar um mangt og hvat. Kanska heldur tí, at mær dámar at fáast við miðlatilfar, og at hetta er ein góður "platformur" at geva øðrum møguleika at lesa, lurta ella hyggja at áhugaverdum tilfari. Vit fáa at síggja...

Enn er hesin bloggurin mest gjørdur til stuttleika. Men hvør veit, um ikki onkur grein ella onkur spennandi samrøða verður at finna her. Sum sagt: Vit fáa at síggja...

mandag den 25. juni 2012

Ungdómstúrurin bleiv ein lívsferð

Ungdómstúrurin bleiv ein lívsferð

Í 1965 fór 21 ára gamla Sonja Andersen úr Lopra til Amsterdam at ferðast. Men tað, ið skuldi vera ein upplivingarík og spennandi feria fyri eina unga bygdargentu úr Føroyum, bleiv nakað heilt annað. Í Amsterdam hitti hon sín stóra kærleika úr Surinam. Nú 47 ár seinni er Sonja framvegis í Amsterdam

Sonja fór í 1965 til Amsterdam at ferðast. Nú 47 ár seinni er hon í sama stað.

-Tað bleiv heilt øðrvísi enn meiningin var. Meiningin var at fara heim aftur til Føroya, men tað bleiv ikki soleiðis, staðfestir Sonja við einum smíli.

Sonja Ramkhelawan, sum hon nú eitur, situr í hugnaligu stovu síni í íbúðini miðskeiðis í Amsterdam og greiðir livandi frá á reinum suðuroyarmáli. Tað hoyrist næstan ikki, at tað eru heili 33 ár síðani, at hon seinast setti fótin á føroyska jørð og 47 ár síðani, at hon flutti úr Føroyum. Bert av og á hoyrist sermerkta hollendska dialektin og bert einstakar ferðir er neyðugt at trilva eftir røttu føroysku orðunum.

- Eg eri vaksin upp sum tann yngsta í einari stórari familju í Lopra. Tað var deiligt har heima hjá okkum. Tað var strævið, men heilt stuttligt og hugnaligt heima hjá okkum. Eg tókst fyri tað mesta við at hjálpa mammu mínari. Eg var eisini í Havnini eitt tíðarskeið, men fór so suður aftur at hjálpa mammu mínari. Og so var tað eitt árið, at systur mín vildi hava meg at koma at ferðast.

Tað er týðuligt, at Sonja vil leggja dent á, at hon hevði tað gott heima í Lopra, sum yngst av systkinunum, og at tað var tilvildin, ið gjørdi, at ævintýrferðin til evropeiska stórbýin gjørdist ein lívsferð.