Í súmbolskum týdningi kunnu skógvar tó vera ógvuliga kenslunemandi. Minnist enn, hvussu myndin av einum tómum damuskógvi í Degi og Viku í august 1996 brendi seg inn á nethinnuna. Hendan myndin einsamøll segði alt um syrgiligu flogvanlukkuna, tá eitt Gulfstream flogfar hjá donsku verjuni fórst í Sørvágsfirði við allari manningini. Og so eri eg ikki eingong heilt vísur í, at myndin nakrantíð er víst í Degi og Viku. Kanska eg bert havi sæð hana í savninum hjá Sjónvarpinum, tá eg fyri nógvum árum síðani arbeiddi har. Men líkamikið. Tómi skógvurin í Selvík er tað, ið eg minnist best frá flogvanlukkuni.
Í februar í ár upplivdi eg tað aftur...
Hesaferð ikki í einum sjónvarpsbroti, men sum listarverk fram við áarbakkanum á Donau á Pest síðuni av ungarska høvuðsstaðnum, Budapest, 300 metrar frá parlamentsbygninginum. Skógvar, ið fingu kenslurnar at vendast innan í mær og hárini at reisast á ørmunum. Kenslunemandi skógvar.
Talan er um eitt listarverk til minnist um teir túsundtals jødarnar, sum undir 2. veraldarbardaga vórðu skotnir við áarbakkan á Donau í Ungarska høvuðsstaðnum. Men teir skuldu lata seg úr skógnum fyrst, tí skógvar vóru virðismiklir lutir undir krígnum. Hareftir vórðu tey noydd heilt út á áarbakkan og síðani skotin, so tey duttu beinleiðis niður í ánna av skotinum. Hetta fyri at spara bøðlunum stríð.
Ræðuligu søguligu minnini góvu ungarska myndahøggaranum, Gyula Pauer, og vinmanni hansara, Can Togay, íblástur til 40 metra langa listarverkið við umleið 60 pørum av skóm heilt frá smábarnastødd til vaksnar støddir av bæði konufólka- og mannfólkaskóm.
Listarverkið hevur staðið har síðani 2005, og er avgjørt eitt av teimum mest týdningarmiklu støðunum at vitja, um leiðin gongur til Budapest.
Listarmaðurin fekk sjálvsagt stórfingna virðisløn fyri verkið, sum í sínum einfeldni kortini megnar at venda kenslunum í fólki og minna aftur á eina ræðuliga tíð, har summi fólk ikki vórðu mett at hava virði fyri samfelagið. Helst er listarverkið eisini ein áminning um, hvat kann henda, um vit ikki virða menniskju í tí mynd, tey eru skapt.
Fasistiski Ørvakross flokkurin í Ungarn beindi fyri umleið 550 túsund av teimum 825 túsund ungarsku jødunum undir 2. veraldarbardaga.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar