![]() |
Turkað toskarhøvd úr Leirvík standa eftir øllum at døma saman við øðrum turkaðum slógvi fyri knøppum 10 prosentum av føroyska útflutningsvirðinum. Mynd: www.fmp.fo |
Fyri knøppum ellivu árum síðani fóru framskygd fólk undir eina verkætlan í Leirvík. Tey bygdu eitt virki á Hagaleiti tætt við brennistøðina hjá IRF. Visjónin var at turka høvd og ryggir á fiski við avlopshita frá brennistøðini og útflyta hesi til Nigeria.
Ætlanin sýnist hava eydnast til fulnar. Virkið, sum í 2005 varð valt til ársins virki í Føroyum, stendur eftir øllum at døma fyri einum tíggjundaparti av samlaða føroyska útflutningsvirðinum í 2011.
Í Beretning 2012 hjá Ríkisumboðnum er eitt yvirlit yvir útflutningsmarknaðin hjá Føroyum. Sambært hesum yvirliti stendur bretski marknaðurin fyri 13,5 prosentum av føroyska útflutningsvirðinum og síðani kemur nigerianski marknaðurin, ið telur 9,6 prosent av samlaða útflutningsvirðinum. USA, ið er nýggi stóri marknaðurin hjá føroysku alivinnuni, telur 9,2 prosent og liggur harvið aftan fyri Nigeria.
Størsti føroyski útflytarin til Nigeria er uttan iva Faroe Marine Products í Leirvík. Tískil stendur hetta virkið eisini fyri bróðurpartinum av útflutningsvirðinum til Nigeria, sum sambært Hagstovuni var 515 milliónir krónur í 2011.
Í Nigeria verða turkað høvd nýtt til at kóka suppu við. Høvdini geva ein ræstan smakk, sum dámar nigerianum væl. Høvdini geva eina góða og proteinríka føðslu, men haraftrat koyra nigerianar alskyns aðra fylllu í suppuna.
Umframt útflutningin av turkaðum høvdum og ryggjum til Nigeria, er Faroe Marine Products farið undir at turka sonevnda Pet-food (føði til húsdjór) til danska marknaðin. Hendan framleiðslan verður gjørd fyri donsk virki, ið síðan selja vøruna sjálv í egnum navni.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar